Ólavsøkukórið møtir aftur til venjing

Havn: Líka so nátúrlig sum ólavsøkan er einaferð um árið, so eru venjingarnar hjá ólavsøkukórinum tað eisini.

Hetta kórið setur hvørt einasta ár ein heilt serstakan dám á tjóðarhátíð okkara. Og soleiðis er eisini ætlanin at gera í ár. Men eingin sangur uttan venjing.
Fyrstu venjingarnar til hetta ? vónandi ? stóra kórið verða nú sunnudagin í Kommunuskúlaauluni kl. 16 og einar tríggjar tímar fram. Onnur venjingin verður sunnudagin fyri ólavsøku, 24. juli somu tíð.
Miðað verður eftir at fáa eitt eins stórt kór og í fjør, tá tað var rættiliga væl mannað. Í ár er tó serliga tørvur á mannfólki til verkið, ið syngjast skal.
Fyrireikararnir hava nevniliga ætlan um at syngjast skal tann góða gamla ólavsøku-kantatan hjá Waagstein og Mitens frá 1930, og til hesa krevst nevniliga eitt gott og fulltónað manskór.
Sungið verður eisini úr bláu føroysku kórbókini, og tí verður heitt á sangararnar um at taka hesa við til venjingina nú sunnudagin.