Ólavsøkuhaldið í Keypmannahavn

Ólavsøkutiltakið, sum í nógv ár hevur verið ein fastur táttur í Keypmannahavn, verður aftur í ár hildið úti á Norðuratlantsbryggjuni mánadagin hin 28. juli.

Síðani hin 1. februar í ár hevur fyrireikingarbólkurin miðvíst arbeitt við at fáa

eina so spennandi og fjølbroytta skrá sum tilberð. Hetta má sigast at hava eydnast bólkinum væl.

Sum liður í at gera eitt so spennandi tiltak sum gjørligt, varð plakatkapping útskrivað í apríl mánaði í ár. Vinnarin gjørdist Kaj Otto, ið teknaði eina sera snøgga plakat. Professionellu og fremmandu dómararnir vóru ikki í iva, tá ið vinnarin skuldi finnast.

Ólavsøkubólkurin er hvørt ár mannaður við fólki úr føroysku feløgunum í Keypmannahavn. Tey, sum ár hava lyft byrðuna, eru: Hans Petur í Brekkunum, Heini Davidsen, Martin Fjallstein, Judith og Mogens Nielsen, Jóannes Højgaard og Georg Thomassen.

Afturat hesum koma eini 25-30 fólk, sum fara at hjálpa til á sjálvum hátíðardegnum.

Sum nakað nýtt verður hátíðarhaldið bert ein dag, men hinvegin verður dagurin á tremur við sera góðum undirhaldi fyri yngri sum eldri.

Eitt so stórt tiltak letur seg ikki gera uttan dyggan stuðul, og Ólavsøkubólkurin vil í hesum sambandi senda øllum okkara stuðlum eina stóra tøkk fyri hollan stuðul og hjálp fyri, at tiltakið enn einferð gjørdist veruleiki.

 

Føroyahúsið

Atlantic Airways

Tórshavnar Býráð

P/F Poul Michelsen

Norðuratlantsbryggjan

Færøernes Turistråd

Eikgrunnurin

 

Ólavsøkuskrá

Á Norðuratlantsbryggjuni mánadagin hin 28. juli

 

Kl. 14.00: Ólavsøkan byrjar

Guðstænasta, Bergur prestur prædikar í listaskálanum á Bryggjuni.

Matsøla, grill, poppkorn o.a. á bryggjuni

Andlitsmáling

Fiskitjørn fyri børn

Framsýning við Trónda Paturssyni á Bryggjuni

Framsýning í Olivin á 5. hædd “Nætter af lys - dage af mørke”

 

Kl. 15.00: Ólavsøkan verður sett á Bryggjuni

Hans Petur í Brekkunum heldur Ólavsøkurøðuna, eisini verður felagssangur og føroyskur dansur.

Harmonikutónleikur á bryggjuni

 

Kl. 16.00: Kappróðurin á Ólavsøku í Havn sendur yvir hátalarar á Bryggjuni

Framsýning fyri skúlabørnum (møtt verður í móttøkuni á Bryggjuni)

Okkara bátar liggja í hylinum

 

Kl. 17.00: Randi Holm framførir Kópakonuna fyri børnum á 5. hædd

 

Kl. 18.00: Bátauppvísing – kappróður, kajakkir

Heini Davidsen er frásøgumaður

 

Kl. 18.30: Tónleikur á Bryggjuni

Guðrun Sólja Jacobsen syngur og Hylle spælir guitar.

 

Kl. 19.30: Ólavsøkukonsert við Martin Joensen á 5. hædd (entré)

 

Kl. 21.00 Harmonikudansur á 5. hædd (entre)

Regin Jacobsen - harmonika

Flóvin Jacobsen - harmonika

Andras Danielsen- bass og sang

 

Kl. 23.00: Midnáttarløta á bryggjuni

Midnáttarrøða - Heðin Mortensen, borgarstjóri,

Midnáttarsangur - Ernst Dalsgarð syngur fyri.

Fýrverkarí

 

Kl. 00-04: Ólavsøkudansur við Mikkel Thomas Band á 5. hædd (entré)

Mikkel Thomas

Janus Kampmann

Agnar Lamhauge