Ólavsøkudansur í Østrøm

Tað man vera langtsíðan, at tað hava verið so góðir møguleikar at fara upp á tá á ólavsøku, nú ólavsøkudansur verður hjá Østrøm trý kvøld á rað - fyrsta kvøldið, sum er 26 juli, er "Upp á tá"-dansur við DJ, leygarkvøldið 27. juli er dansur við "Four Menh" og ólavsøkuaftan er dansur við Roberti og Zakaris.

 

Øll kvøldini er tónleikakafe og søluframsýning av málningum, kafein selir smurt breyð við føroyskum viðskera, bollar, kaffi og køkur o.s.fr. Tað er dansibólkurin hjá Losjuni Glotti í Gøtu, sum skipar fyri.

 

(torshavn.fo)