Ólavsøkubræv til Føroya Løgting

Opið bræv frá Útoyggjafelagnum til Føroya Løgting 28. juli 2007.

Umboðsráð og starvsnend í Útoyggjafelagnum: Óla Jákup úr Dímum, formaður í starvsnevndini, Fríða Isaksen, formaður í umboðsráðnum

 

Ólavsøkan er tjóðarhátíð okkara, og byrjanin upp á eina nýggja tingsetu. Við hetta høvi, vilja vit heita á Føroya Løgting, um at taka støðuna hjá útjaðaranum til umhugsan, og í komandi tingsetu, at taka munagóð stig, til at hjálpa hesum parti av landi okkara á føtur aftur.

 

“Okkara forfedrar settu førningin av við vegin”, førning, ið vit taka á okkum og bera víðari. Hesin førningur, ið er mentan okkara, verður borðin av fólki í øllum oyggjum og bygdum. Men umstøðurnar á nøkrum av oyggjunum eru so vánaligar, at fólkið noyðist at ríma, og tí stendur førningurin eftir í manntómun gøtum.

 

Við hesari gongdini, missa vit eina túsund ára gamla mentan, ið byggir á fjølbroytni og ymiskleika, og sum hevur lagt lunnar undir tann framburð, sum skal tryggja framtíð Føroya.

 

Tað er ábyrgd løgtingsins, at verja øll øki og alt fólkið í landið okkara. Føroyar eru 17 bygdar oyggjar, og tað er ikki ein gongd leið, at krøkja nakarar av oyggjunum av, fyri at tryggja eitt høgt vælferðarstøði í øðrum partum av landinum.

 

Útoyggjafelagið setir sítt álit á, at tað er ein vilji til at menna og skapa liviumstøður á okkara minstu oyggjum og vónar, at hesin vilji kemur at vísa seg í verki. Felagið er sinnað til at vegleiða og vísa á gondar leiðir, við vón um eina bjarta framtíð fyri alt land okkara.

 

Við ynski um eina góða Ólavsøku