Ólavsøkuborðið hjá Lauru og Páll í Dalsgarði

Á tjóðarhátíð okkara var eg so heppin at vera boðin til borðs Undir Ryggi í húsunum hjá Lauru og Páll í Dalsgarði.

Laura Joensen er Havnarkvinna og fólk kenna hana ivaleyst best sum sjónleikari. Men Laura er eisini eldsál at gera mat burturúr føroyskari rávøru.

Páll er bóndi í Skálavík á Sandi og kendur fyri at duga sera væl við seyði. Fólk minnast ivaleyst aftur skerpikjøts-kappingina, ið Hotel Føroyar skipaði fyri nøkrum árum síðani. Her var kjøtið hjá Páll í serflokki og fekk skoðsmálið sum besta skerpikjøtið.


Í samrøðu fortelur Laura at hon heilt frá ungum árum hevur verið hugtikin av matgerð, men at tað fyrst seinni gjørdist áhugavert, tá ið hon hitti Páll og við hesum fekk atgongd til allarbestu rávørur í bø og haga.


Laura er íðin Grams-lesari og hevur lagt merki til mínar ”eftirlýsingar” av føroyskum mati. Hon gjørdi ikki minni enn tók meg uppá orðið og ringdi til mín og bjóðaði mær at smakka døgurðamat, alt gjørt frá grundini úr føroyskari rávøru.


Á borðið varð sett stokt feskt føroyskt lambskjøt úr Skálavík, kókaði nýggj føroysk epli, frískt salat av ymsum kálasløgum og kryddurtum frá garðinum í Skálavík (eikiblað, spíðskál, bótarurt o.a.), heimagjørt rabarbu-chutney, rásúltað hvonn og ingifersúltaðar hvítarøtur.


Ein framúrskarandi biti!


Allir kulinarisku grundtónarnir umboðaðir í fullkomnari harmoni.


Sera leskiligt á hásumri at sleppa at smakka feskar føroyskar rávørur. Tað ræsta og turra hoyrir í mínari verið heystinum og vetrinum til. Vónandi fara ólavsøku-borðhaldini, bæði heima og á matstovunum komandi árini at taka til sín ta avbjóðing at brúka feska føroyska rávøru í nógv størri mun. Tað byggir land.


Veit ikki at siga um tað sita nógv fólk kring oyggjarnar og gera líknandi burturúr føroyska tilfeinginum millum fjals og fjøru. Tað lysti meg at frætt. Brúkar nakar til dømis geitarkál, sum beint nú stendur í fullum blóma í nógvum gørðum? Blómurnar eru vakrar og smakka sum blomkál.


Well,  hetta var Grams nummar 36 og fer nú í feriu eina tíð.