Ólavsøkuaftan skulu øll hava frí

Tað eru ikki øll, sum hava frí, og tí eru tað fleiri bygdafólk, sum ikki sleppa á ólavsøku, sigur Løgtingskvinna, sum vil hava hetta broytt

Ólavsøkuaftan skal vera almennur frídagur. Tað heldur Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi og nú hevur hon lagt uppskot fyri Løgtingi um at gera ólavsøkuaftan til almennan frídag.

Hon sigur, at tað er ógvuliga ymiskt, hvørjar frídagar teir ymsu starvsbólkarnar hava og hjá nógvum er ólavsøkuaftan bara hálvur frídagur, og hjá summum er ólavsøkuaftan vanligur arbeiðsdagur.

Ólavsøkan er í Havn, men ólavsøkudagarnar er samferðslan til og úr Havnini, oftani avmarkað.

– Hetta ger, at tað eru nógv arbeiðsfólk, sum ikki sleppa til Havnar ólavsøkuaftan, tí ofta er dagurin partvís er arbeiðsdagur samstundis sum at samferðslan er avmarkað, sigur Sirið Stenberg.

– Veruleikin er, at hetta rakar, at kalla, bara tey, sum búgva í útjaðaranum, hóast tað er gamalt, at á ólavsøku stevna øll til høvuðsstaðin.

Ólavsøkuaftan er stórur kappróðrardagur og stórur ítróttardagur annars, umframt at skipað verður fyri alskyns mentanartiltøk, og øðrum, sigur hon. Og hon heldur, at hevði verið gott, at øll høvdu møguleika at taka lut í hesum.

Hon sigur, at eftirsum at hetta snýr seg um arbeiðsmarknaðin, er tað sjálvsagt, at slíkar loysnir skulu fremjast í samráð við partarnar á arbeiðsmarknaðinum.

Tí sigur Srið Stenberg, at tað er umráðandi, at ein skipan, har ólavsøkuaftan er almennur frídagur, verður gjørd í samráð við viðkomandi arbeiðsgevarar og fakfeløg.