Ólavsøku-órudd tekur 130 parkeringspláss

– Tað líkist ongum, at tivoli'ið á Skálatrøð ikki er tikið niður enn.

 

Tað sigur Høgni Lützen, stjóri hjáP/F Valdemar Lützen, sum húsast á Skálatrøð, og har tey merkja ampan av, at kundar ikki fáa parkerað á Skálatrøð.

 

Í miðbýnum er hvønn dag parkeringskaos, og tá óruddið frá ólavsøkutiltakinum hjá Tórshavnar Ítróttarráð á Skálatrøð ikki er ruddað burtur – og soleiðis tekur eini 130 parkeringspláss, so er kaosið bara tað størri.

 

Høgni Lützen heldur, at tað líkist ongum, at tjøldini og óruddið ikki varð tikið burtur beinanvegin leygardagin ella sunnudagin, so økið var tókt aftur í dag.

 

– Eg veit, at Tórshavnar Kommuna hevur meldað út, at tað ikki er ruddað liðugt fyrr enn 5. august. Men hetta er bara ikki gott nokk. At man setur eitt Tivoli upp 2-3 vikua fyri ólavsøku og so ikki tímir at taka tað niðuraftur beinaveg – tí tey halda frí... Her kundi man lært av Summarfestivalinum og sett upp telt og annað og tikið tað niður eftur uppá accord. Stór skomm at brúka fýra vikur upp á slíkt, ið ikki skuldi tikið meira enn hægst eina viku, heldur Høgni Lützen, sum ikki er sørt argur av óskilinum, sum stendst av hesum.

 

Tá myndirnar vórðu tiknar fyri eini løtu síðani manglaði nógv í at rudda teir 130 parkeringsbásarnar. Gongur ruddingararbeiðið við hesi ferðini, so ganga fleiri dagar, til fólk aftur kunnu parkera á Skálatrøð.