Nógv tilboð eru í høvuðsstaðnum um ólavsøkuna, og hjá byin.fo verður skráin heldur øðrvísi, enn tað vit áður hava sæð. Í ár bjóðar byin.fo nevniliga til Vilt í Býin. - Byin.fo hevur gjørt samstarv við fyritøkuna VILT, sum eigur serstakt Tipi-tjald, og verður hetta karmur um hugna, tónleik og góðan mat í sjálvum hjartanum í høvuðsstaðnum, nevniliga í Klubbagarðinum, sigur Rúni Djurhuus, ein av eigarunum í byin.fo.
Eftir ætlan verða tónleikaframførslur vid Dj Crapmann og Dj Hampenberg at hoyra í tjaldinum umframt, at okkurt verður fyri børnini. Um náttina verður tjaldið tak yvir høvdið hjá teimum mongu gestunum í klubbagarðinum, og tá verður eisini møguligt at fáa sær okkurt til matna.
Tjaldið letur upp í dag, og síðani verður hildið á fram í Klubbagarðinum til hósmorgunin.










