Ólavsøkan í myndum

SvF fer sum vanligt at senda frá ólavsøkuni.

Ólavsøkusetanin verður send beinleiðis, men annars ger SvF ikki so nógv burturúr fyrr enn Kl. 20. Tá verður ymiskt tilfar sent, sum er tikið upp um dagin frá tiltøkum og práti við fólk, umframt at føroyskur dansur verður á skíggjanum.

Ólavsøkudag verður sent út í eitt frá tí at skrúðgongan byrjar og út á seinnapartin. Sent verður beinleiðis frá guðstænastuni og kórsanginum undir tinghúsinum, tingið verður sett og Anfinnur Kallsberg, løgmaður heldur sína fyrstu løgmansrøðu.

Sjónvarpið hevur valt at gera meir burtuúr ólavsøkudag, og senda til út á seinnapartin.

Ólavsøkukvøld verður byrjað kl. 20. Tá verða hópin av innsløgum við mentanarligum og ítróttarligum tilfari, umframt prát við fólk á gøtuni og frásagnir um tað sum fór fram henda dagin. Í SvF verður sagt, at kvøldsendingin er lættari tilfar, men at stovnurin hevur valt at lýsa ólavsøkuna frá tí siðvenjingarliga sjónarmiðnum fyrrapartin, men at kvøldsendingin gevur pláss fyri tí skemtiliga og lætta tilfarinum soleiðis, sum tað nú fer fram, tá fólk hittast á ólavsøku.