Fyrsta punkt í ólavsøkuskránni verður longu í dag, tá borgarstjórin alment tekur nýggja Áartúnið í nýtslu. Ólavsøkuskráin í ár er serliga drúgv. Almenna skráin boðar frá, at longu í dag verður fyrsta tiltakið á ólavsøkuni 2010.
Hetta hendir klokkan 16 í dag, tá nýggja Áartúnið alment verður tikið í nýtslu.
Borgarstjórin greiðir eitt sindur frá um økið kring Áartún, og Marner á Lofti spælir livandi tónleik. Kokkarnir borðreiða við grillmati, og eisini verða ballónir, pylsur og sodavatn til børnini.
Okkurt verður eisini til tey vaksnu.
So sigast kann, at ólavsøkan byrjar serliga tíðliga í ár.










