Ólavsøka í toruveðri

Hóast toruveður og trý sera frek æl, so var ólavsøkuhaldið á Bryggjuni í Keypmannahavn bæði væl vitjað og væl eydnað. Ólavsøkubólkurin í Keypmannahavn hevði skapt eina skrá, ið savnaði nógvar føroyingar og nakrar danir.

Ólavsøka


Veðrið í danska høvuðsstaðnum hevur ikki verið nakað serligt seinastu vikurnar, og sum so var hetta vikuskiftið ikki øðrvísi. Donsku veðurguðarnir løgdu líka í, um føroyingar ætlaðu sær at hátíðarhalda ólavsøkuna, og veðrið ólavsøkuaftan var tí av tí mest lumpisliga. Toruskýggini hingu tung yvir Keypmannahavn og ikki færri enn tríggjar ferðir vóru so ógvislig æl, at einasti møguleiki hjá ólavsøkugestunum var, at leita sær inn onkrastaðni at kroka.

Hans Petur í Brekkunum var ein av fyriskiparunum. Sum stjóri í Føroya Húsinum í Keypmannahavn er Hans Petur limur í ólavsøkubólkinum, ið umframt hann sjálvan er mannaður við umboðum úr føroysku feløgunum í Keypmannahavn. Hans Petur greiður frá, at ólavsøkan í Keypmannahavn, sum heild var sera væleydnað. Nógv fólk var komið saman, longu tá setanin var, og sum dagurin leið komu alt fleiri. Veðrið var sum so ikki so galið, hóast trý sera frek æl vóru seinnapartin. Tær løturnar tað regnaði nýttu fólk høvi at fara inn í teltið at fáa sær ein bita ella til at fara inn í sjálvan Bryggju bygningin at hyggja at framsýningini hjá Zachariasi Heinesen.


Regnaði gandin burtur

Regnið órógvaði tó eitt av tiltøkunum, gandakallurin Magnus Tryll skuldi vísa síni kynstur fyri yngru ólavsøkugestunum, júst tá tað eina ælið byrjaði. Hann gjørdi enn eina roynd seinni, men tá fór aftur at regna. Gandakallurin skuldi víðari til Týsklands at ganda, hann fekk ikki bíða longur og avlýsti tí framførsluna á Bryggjuni.

- Hetta var sjálvandi harmiligt, men hini tiltøkini vóru øll hildin. Har vóru røða við Eyðuni Johannesn og eisini ein banda røða, ið Heðin Mortensen hevði sent niður til Keypmannahavn. Tiltøk sum konsertin hjá Simma og ólavsøkudansurin vóru útseld, og fólk tyktist at hugna sær, sigur Hans Petur.


Kappróður í Keypmannahavn

Ólavsøkugestirnir í Keypmannahavn fingu eisini ólavsøkukappróðurin við. Yvir alnetið varð útvarpanin av føroyska kappróðrinum varpað niður til Keypmannahavn, har tað varð spælt í hátalarunum á Bryggjuni. Kappróður var eisini á sjónum við Bryggjuna. Hesin róður við føroyskum bátum var tó mest ætlaður sum framsýning av føroyskum kappróðri.

Serliga forkunnugt var hja føroysku útisetunum at fáa føroyskan mat so sum turran fisk og ymiskan viðskera.

Um kvøldið ólavsøkuaftan varð skipað fyri miðnáttarsangi. Tórshavnar kommuna hevði sent ársins sanghefti til føroyska miðnáttarsangin niður til Keypmannahavn og sungið var úr teimum. Eina løtu mitt í sanginum var steðgur hildin og skipað var fyri fýrverki.


Róligur sunnudagur

Ólavsøkudagur byrjaði við guðstænastu í Christianskirkjuni nærhendis Bryggjuni. Bergur Jacobsen føroyski presturin í Keypmannahavn prædikaði. Hendan dagin vóru heldur færri fólk, men hesi fingu høvið eitt nú at hugna sær við horntónleiki.

Í ár var sum nakað nýtt skipað fyri ólavsøkukonsert 27. juli, júst eins og í Føroyum. Tað vóru kvæðarokkarnir Týr, ið fóru á pall, og hetta var sera væleydnað. Tað var ikki sjálvur ólavsøkubólkurin, ið skipaði fyri hesi konsert, men ístaðin Bryggjan sjálv.


Saknaði ikki Havnina

Hans Petur sjálvur er úr húsi rættiliga mitt í Havnini, har ólavsøkan á hvørjum ári verður hildin við manér. Tí var tað ein nýggj uppliving hjá Hans Peturi at halda ólavsøku í Keypmannahavn. Men hann heldur ikki, at hann hevði tíð til at sakna føroysku ólavsøkuna.

- Eg havi satt at siga einki fingið við, eg hevði somikið nógv um oyrini við at fyriskipa, at eg ikki so frætt sum hoyrdi røðuna hjá Eyðuni Johannesen. Eg helt tað vera stuttligt at fyriskipa, og hevði ikki tíð til at leingjast heim. Eg havi uppliva so nógvar ólavsøkur í Havn, at tað ger einki um eg eisini slapp at uppliva hetta, sum er nokkso nógv øðrvísi.