Ólavsøka er ikki bara í Havnini

Óli Johannesen svarar spurningum um ólavsøku

- Hvat hevur ólavsøkan at siga fyri teg?

Ólavsøkan er tjóðarhátíðin, og man kemur í ein serligan hýr, har man kennir seg enn ”føroyskari” enn vanligt, um man so kann siga. Hetta kennist eisini suðuri á Tvøroyri, har eg eri tær allarflestu ólavsøkurnar. Sjálvt um eg ikki altíð eri í Havnini á ólavsøku, so eri eg í ólavsøkuhýri. Ólavsøka er jú ikki bara í Havnini. Útvarpið er frá allatíðina, og eg fylgi við kappróðrinum, fótbóltinum, skrúðgonguni, og annars tí, sum kringvarpið sendir frá ólavsøkuni.

 

- Hvat er tað besta við ólavsøkuni?

Hugnin, samanhaldið og blíðskapurin á ólavsøku er so einastandandi.

 

- Hevur tú eitt serligt ólavsøkuminni?

Tá eg spældi við Hvidovre í Danmark, vóru vit tað eina árið (haldi tað var 2001 ella 2002) heima og spældu ólavsøkudyst móti HB. Tað var sera stuttligt at vísa liðfeløgunum, hvat Føroyar og ólavsøka er. Áðrenn dystin gingu vit runt í Havnini, og fingu teir tá ein lítlan smakk av, hvat ólavsøkan er – teir vóru væl móttiknir allastaðni, og blíðskapurin og góða lagið, sum var allastaðni, hugtók teir.

Eftir dystin ótu vit og hugnaðu okkum við onkrum góðum afturvið. Um kvøldið og náttina merktu teir, hvat ólavsøkan eisini kann vera. Sum vera man bleiv skálað nógv kvøldið og náttina ígjøgnum, og ikki allir vóru vanir við ”føroyska” mátan at drekka uppá. Uttan at fara í smálutir kann eg bara gleðiliga staðfesta, at tá bussurin koyrdi okkum á flogvøllin morgunin eftir, vóru allir lukkutíð við, men hjá summum var heilsustøðan ikki av tí besta. Tað var ein minniligur og stuttligur ólavsøkutúrur.