Sum vant verður ólavsøkan aftur í ár eisini hildin á Norðuratlands Bryggjuni í Keypmannahavn Tiltakið er 28.- og 29. juli, og er nógv ymiskt á skránni báðar dagarnar. Tónleikur, røður, listaframsýning við Zacharias Heinesen, gandakallur vitjar, felagssangur, føroyskur dansur, dansur og útvarping av kappróðrinum eru bert nøkur av teimum mongu tiltøkunum, sum eru á skránni ólavsøkudagarnar. Ólavsøkan á Bryggjuni byrjar leygardagin kl. 14 og endar sunnudagin kl. 19.
27. juli verður tó tjóvstarta, tá Týr hevur konsert.
Ólavsøkuskráin á bryggjuni sæst her<a>