Ólavsøkan er í hondum, og ivaleyst eru tey nógv, sum í hesum døgum leita sær pussiklútin fram, so at silvurið skínur, tá ið tjóðarhátíðin kemur.
Seinastu mongu árini hava vit sæð, at føroysku klæðini hjá kvinnum hava verið broytt hendan og handan vegin alt eftir rákinum í mótaheiminum annars, men mannfólkabúnin hevur verið rættiliga trúfastur móti í siðbundnu samansetingini.
Á forsíðuni av Ólavsøkublaðnum hjá Sosialinum hesaferð sæst tó ein øðrvísi mynd enn tann, sum hevur prýtt høvuðsstaðin á Ólavsøku seinastu mongu árini. Tí kvinnan á hesari forsíðuni er ógvuliga siðbundin í føroyskum stakki, meðan mannfólkabúnin hevur fingið eina heldur stóra kollvelting við niðurdeili uttaná buksunum.
Seinastu tíðina hava vit sæð á altjóða mótapallunum, at niðurdeilar til menn í hesari longd eru at síggja nógv hjá altjóða mótahúsunum, og tí verður tað kanska eisini at síggja í havnargøtum, nú Ólavsøkan er á skránni komandi vikuskifti. Harriet Olafsdóttir hevur tikið hesar myndirnar. Trýst á myndirnar undir greinini fyri at síggja allar myndirnar í fullum líki.