Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, leggur nú eftir franska forsetanum, Emmanuel Macron fyri tað, hann rópar hansara "atomretorik". Hann heldur, at útsagnirnar hjá forsetanum eru ein "hóttan" móti Russlandi.
Hetta sigur Sergej Lavrov við russisku tíðindastovuna Tass í dag, og tað er Reuters sum endurgevur. Russiski uttanríkisráðharrin sigur eisini, at Marcon "víðariførir" arbeiðið hjá Napoléon.
Russiski uttanríkisráðharrin sigur, at franski forsetin krógvar sínar veruligu ætlanir, og hann heldur, at røðan hjá forsetanum mikudagin var "ógvuliga konfronterandi", sum hann tekur til.
Sergej Lavrov sigur eisini, at Russland slett ikki fer at góðtaka, at Nato-lond umhugsa at senda friðarveitandi herdeildir til Ukraina, tí tað merkir, at verjusamgongan beinleiðis verður partur av stríðnum millum Russland og Ukraina.
##med2##
"Atomretorikkurin", sum russiski uttanríkisráðharrin sipar til, snýr seg um eina útsøgn hjá Emmanuel Macron mikudagin. Tá nevndi hann møguleikan at brúka fronsk kjarnorkuvápn til verju av øllum Evropa móti hóttanum úr Russlandi.
Franski forsetin segði eisini, at russiska "aggressiónin" kennir eingi mørk, og hann heldur tað vera galskapur, at Evropa "verður verandi ein áskoðari í hesum vandamikla heimi..."
Í næstu viku hittast evropeiskir verjuleiðarar í París at umrøða stuðulin til Ukraina.