Veðurforsøgnin frá DMI boðar frá turrum veðri til og við fríggjadagin, men so kemur ælaveður inn yvir landið.
Ein kuldabrúgv eystan fyri Ísland fer í ein landsynning og fer framvið Føroyum hósmorgunin. Síðani streymar køld og turr luft oman yvir Føroyar av norðri. Leygardagin fer eitt hátrýst í ein útsynning úr Føroyum spakuliga í ein landsynning og viknar. Mánanáttina fer ein veik hitabrúgv framvið Føroyum av vestri og seinni í næstu viku nærkast nýggj brúgvaløg av útsynningi.
Í dag verður andøvsgul upp í stívt andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 7 til 10 m/s. Turt og skýggjað, men út á dagin klárar í av norðri og sum frá líður sólglottar. Hitin um dagin um 5, 6 stig. Um náttina lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s, í støðum upp í stívt andøvsgul, 10 m/s. Turt og klárt og hitin millum 2 og 5 stig.
Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Turt og sólglottar og hitin um 7 stig. Um náttina makar hann vindin í lot til andøvsgul av útnyrðingi, 2 til 7 m/s. Fyrst klárt verður, seinni skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin millum 2 og 5 stig.
Leygardagin verður lot til andøvsgul av útnyrðingi ella ymsum ættum, 2 til 7 m/s. Samdrigið og okkurt ælið. Hitin millum 4 og 8 stig.
Sunnudagin verður lot til andøvsgul av vestri ella ymsum ættum, 2 til 7 m/s. Samdrigið og okkurt ælið. Um náttina yvirhøvur skýggjað og mjørki í støðum, men yvirhøvur turt. Hitin millum 6 og 9 stig.
Mánadagin verður lot til andøvsgul av útsynningi og vestri, 2 til 7 m/s, sum fer í ein sunnan og seinni øtlar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýggjað og mjørki í støðum ella sirm av og á, men út á dagin sólglottar. Hitin millum 7 og 11 stig.
Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, seinni landsynningi, 5 til 10 m/s. Mest skýggjað og í støðum møguliga mjørki ella sirm, men sum frá líður regn. Hitin um 9 stig.










