Lava tekur eitt tørn aftrat

Álopsspælarin verður eisini á vøllinum í Sarpugerði í 2023

Í síðsta mánað fylti hann 35 ár, og viðhvørt er spurnartekin sett við, hvussu leingi hann fer at halda fram. Nú er tað greitt, at Andreas Lava Olsen eisini í 2023 verður at síggja í ljósabláu troyggjuni hjá heimaliðnum í Sarpugerði.

 

Víkingur boðar í kvøld frá, at Andreas Lava Olsen og felagið hava skrivað undir sáttmála, sum ber við sær, at Lava eisini í 2023 verður víkingur á vøllinum.

 

-Vit kenna øll Lava, og vit kenna ongan sum hann. Leirvíkingurin hevur mangan bjargað okkum sigrarnar við sínum altíð undirhaldandi máta at spæla fótbólt, sigur fb síðani hjá Víkingi.

 

Í kappingarárinum, sum fór, var Andreas Lava Olsen við í 18 landskappingardystum, og hann skoraði sjey mál. Eitt nú skoraði hann hattrikk, tá ið Víkingur í 12. umfari vann 7-0 á heimavølli ímóti AB. Í steypafinaluni, sum Víkingur vann 1-0 ímóti KÍ, var hann millum teir fyrstu ellivu.

 

Sambært faroesoccer.com hevur Andreas Lava Olsen spælt 233 landskappingardystir í fremstu deildini, og hann hevur skorað 71 mál. Hann hevur spælt 37 dystir í kappingini um løgmanssteypið og skorað 12 mál. Í europeisku kappingunum hevur hann spælt 21 ferðir og skorað tvey mál. Lava var fyrstu ferð á besta liðnum hjá Víkingi 11. apríl í 2008.

 

Andreas Lava Olsen hevur 18 ferðir verið á landsliðnum, og har hevur hann skorað tvey mál.