Tað tódnaði eitt sindur í toppinum, tá ið fjúrtanda umfar í EFFO deildini var á skránni í góðveðrinum seinnapartin í dag. Toppliðið NSÍ tapti enn einaferð ímóti Víkingi. Hesaferð var úrslitið 4-2 sigur til Víking. Í Gundadali endaði tað 1-1 millum B36 og HB. Í Fuglafirði lyfti ÍF seg við 2-0 sigri á TB upp um tvøramenn, og í Vági vann FC Suðuroy 3-2 á EB/Streymi.
Í kvøld vann KÍ trivaligan 4-0 sigur á máttleysum AB á Argjum.
Úrslitini bera við sær, at tað nú eru fýra stig frá NSÍ og aftur til B36 og fimm stig frá NSÍ og aftur til HB. Víkinga sigurin í Runavík ber við sær, at tað nú eru sjey stig frá NSÍ og aftur til Víking.
Stóri maðurin við Løkin í Runavík var Andreas Lava Olsen, sum skoraði hattrikk fyri Víking. Tað eydnaðist NSÍ at svara aftur og javna bæði til 1-1 og 2-2, men Víkingur svaraði beinanvegin aftur, og tað eydnaðist at staðfesta við málinum til 4-2, hóast Víkingur síðstu løtuna var undirmannað, tí miðverjin Atli Gregersen hevði sæð gula kortið tvær ferðir og harvið eisini tað reyða.
Í Gundadali var tað alla tíðina tætt og spennandi. Lukasz Cieslewicz legði B36 framum eftir fínt samanspæl við Hans Paula Samuelsen, men eitt korter eftir steðgin javnaði Arnbjørn Hansen við fínum stútara. Síðstu løtuna var tað sera tætt, og tað vóru møguleikar í báðum endum.
Um eina viku verður enn ein toppdystur í Gundadali, tá ið HB fær vitjan av NSÍ.
Í Fuglafirði vann ÍF 2-0 ímóti TB. Harvið lyfti ÍF seg framum TB á støðutalvuni. ÍF spældi seg til nógvar málmøguleikar, og TB var eisini onkra ferðina framvið.
Á Vágseiði var FC Suðuroy í 1. hálvleiki á veg ímóti trilvaligum sigri. FC Suðuroy var frammanfyri 3-0. Eftir steðgin hevði EB/Streymur lotið undan, og tað eydnaðist at minka um munin til 3-2, men øll stigini vóru eftir í Vági.
Serliga í 1. hálvleiki spældi KÍ illa skipaða heimaliðið á Argjum sundur og saman. Eftir fyrra umfarið var KÍ frammanfyri 3-0, og klaksvíkingar høvdu møguleikar at skora nógv fleiri mál enn teir gjørdu í 4-0 sigrinum.
AB bíðar framvegis eftir fyrsta sigrinum. Hetta var fyrsti sigurin hjá KÍ á útivølli. Sunnudagin fær KÍ vitjan av ÍF, sum skal spæla á norðoyastevnu.
FC Suðuroy-EB/Streymur 3-2 (3-0)
1-0: Jón Krosslá Poulsen 10.
2-0: sjálvmál 30.
3-0: Palli Augustinussen 38.
3-1: Marni Djurhuus 53.
3-2: Leif Niclasen 75.
AB-KÍ 0-4 (0-3)
0-1: Heðin Klakstein 11.
0-2: Jóannes Bjartalíð 30.
0-3: Evrard Blé 37.
0-4: Kenan Hajdarevic 57.
B36-HB 1-1 (1-0)
1-0: Lukasz Cieslewicz 44.
1-1: Arnbjørn Hansen 60.
NSÍ-Víkingur 2-4 (0-1)
0-1: Heðin Hansen 22.
1-1: Magnus H. Olsen 64.
1-2: Andreas Lava Olsen 65.
1-3: Andreas Lava Olsen 78.
2-3: Árni Frederiksberg 87.
2-4: Andreas Lava Olsen 88.
ÍF-TB 2-0 (1-0)
1-0: Fritleif í Lambanum 3.
2-0: Adeshina Lawal 91.
Støðan eftir 14 umfør
NSÍ 31
B36 27
HB 26
Víkingur 24
KÍ 23
ÍF 17
TB 16
FC Suðuroy 12
AB 7
EB/Streymur 6
15. umfar
Leygardagin 6. juni
FC Suðuroy-AB
Sunnudagin 7. juni
TB-B36
HB-NSÍ
Víkingur-EB/Streymur
KÍ-ÍF










