Víkingur boðar í dag frá, at Andreas Lava Olsen hevur longt sáttmálan við felagið við tveimum árum.
Hoyr Rás2 á netinum við at trýsta HER
Andreas Lava Olsen hevur átt lut í fleiri av avgerandi málunum, sum Víkingur hevur fingið seinnu árini, men til tíðir darva skaðar skjóta og ikki minst sterka framherjanum.
Rás2 hevur flutt sendinet. Les meiri niðast í greinini
Andreas Lava Olsen hevur spælt 116 dystir fyri besta liðið hjá Víkingi. Harav er níggju spældir í Europa League, 10 í steypakappingini og hevur skotið 37 mál.
Andreas Lava Olsen er noteraður fyri átta landsdystir og hevur skotið eitt mál. Tað var móti Eysturríki í 2009.
Víkingur spælir í annaðkvøld móti NSÍ í finaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Rás2 sigur frá dystinum.
Rás2 hevur skift net. Alt virksemið hjá Rás2 hevur skift yvir á netið hjá KissFM. Sostatt verður beinleiðis frásøgnin at hoyra á 98,7 í suðurstreymoy og partar av eysturoynni, og á 88,7 í Norðoyggjum. Rás2 kann eisini hoyrast á netinum umvegis heimasíðuna midlar.fo.