Nú er eingin ivi um, at øll trý stigini fara at vera eftir í Sarpugerði, tá ið 07 Vestur fer til hús aftur.
Tríggjar minuttir undan leikloki er støðan 6-2 til Víking.
Seks minuttir undan leikloki skoraði Andreas Lava Olsen fyri aðru ferð, so støðan varð 5-2. Innskifti Áslakur R. Petersen vann bóltin á miðjuni, stakk hann fram til Andreas Lava Olsen, sum sneiddi mótstøðumenn av sær og setti bóltin í netið.
Tríggjar minuttir seinni var tað innskifti Magnus Skoralíð, sum úr vinstru spældi út frá til Áslak R. Petersen, sum av brotsteigarmarkinum sendi bóltin í málið til 6-2.