Lava frá byrjan

Ein broyting er á Víkinga liðnum til dystin í kvøld

Í kvøld spælir Víkingur seinna dystin í øðrum undanumfari móti norska liðnum Tromsø IL. Víkingur hevur gott útgangsstøðið undan dystinum, tí Víkingur megnaði í seinastu viku at spæla málleysan javnleik á Svangaskarði móti norsku favorittunum.

 

Tískil skal Víkingur bert hava eitt mál, fyri at heimaliðið skal kenna seg trýst og tað er eisini ætlanin hjá Víkingi.

 

Í mun til dystin í seinastu viku, er ein broyting á Víkinga liðnum. Andreas Lava Olsen byrjar á liðnum fyri fyrstu ferð í ár, meðan serbiski Filip Djordjejic rýkur út á bonkin.

 

 

Liðið hjá Víkingi 4-4-1-1: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sølvi Vatnhamar, Hans Jørgen Djurhuus, Hallur Hansson, Súni Olsen – Finnur Justinussen – Andreas Lava Olsen.