- Summar av teimum kvinnuligu tennisleikarunum eru nakrar teysir. Tær fara við hvørjum manni og fáa samstundis eitt vánaligt umdømi. Tað er ikki slíkt tú vilt verða kend fyri, sigur Laura Robson í eini samrøðu við blaðið Vouge.
Nú vil Laura Robson vera við, at viðmerkingarnar eru tiknar úr samanhanginum. Hon skal eisini hava sagt, at hinar bæði roykja og drekka illa. Nú hevur tennissambandið fyri kvinnur, WTA, biði Vouge um eina útskrift av tí, sum varð sagt í samrøðuni.
- Vit eru vitandi um viðmerkingarnar hjá Lauru Robson í Vouge, og at Laura heldur at viðmerkingarnar eru tiknar úr samanhanginum, sigur ein talsmaður fyri WTA.
Laura Robson spælir framvegis fyri tað mesta í ungdómskappingum, men tað er møguleiki fyri, at hon fær eitt sokalla ?wildcard? til Wimbledon.
- Vit skilja á lagnum, at tað finst ein útskrift av akkurát hvat Laura segði. Tað fara vit at hyggja ígjøgnum so skjótt vit fáa hendur á tað, sigur talsmaðurin hjá WTA.
Laura er fødd í Australia, men flutti til Ongland sum seks ára gomul.