Eftir at Michael Laudrup fekk sekkin sum venjari í russiska felagnum Spartak Moskva, hava danskir miðlar hug at spyrja hann, um hann vil verða venjari hjá danska landsliðnum eftir Morten Olsen, men tað vil Laudrup als ikki tosa um. - Tað er ein óneyðugur spurningur í løtuni. Tað er ópassandi at tosa um tað, nú tað gongur so væl hjá landsliðnum, sigur Michael Laudrup, sum áður hevur verið hjálparvenjari hjá Morten Olsen á danska landsliðnum.