Laudrup vil hava Bendtner

Michael Laudrup hevur boðað frá stórari útskifting í hópinum hjá russiska felagi sínum, og danski áleyparin kann gerast avloysarin hjá Roman Pavlyuchenko, sum Spurs keypti í summar.

 

Sambært Daily Mirror skal russiska felagið vera til reiðar at gjalda millum 40 og 50 milliónir krónur fyri Bendtner.

 

Danski áleyparin kom inn í dystinum móti Dinamo Kiev týsdagin mitt í seinna hálvleiki og hann avgjørdi dystin við einasta málinum stutt fyri leiklok. Sigurin tryggjaði Arsenal víðari luttøku í Champions League.

 

Fremsta russiska dagblaðið, Tvoi Den, visti at siga, at Spartak kann royna av fáa eina leiguavtalu í lag við einum keypi í kvittanum í summar sølu vindeyganum. Bendtner og elsti sonur Michael Laudrups, Mads, hava spælt saman á donskm ungdómslandsliðum og eru góðir vinir.

 

Arsenal er aftur fyri áhugað í høgt metta 17 ára gamla Francis Boadi, sum imponeraði í undir-17 HM í fjør.