Laudrup vil í Champions League

Danski fótbóltsvenjarin Michael Laudrup gevst sum venjari í spanska felagnum Getafe, og hann vil nú starvast fyri eitt felag, sum skal spæla við í Champions League næsta kappingarár. Tað siga spanskir fjølmiðlar. Í farnu viku vóru venjarar settir í Valencia og Benfica, men Laudrup gjørdist ikki venjari har. Sambært sponskum fjølmiðlum eru feløgini CSKA Moskva, Panathinaikos og Galatasary upp á tal sum nýggir arbeiðsgevarar hjá Laudrup.