Laudrup venja Getafe

Slaturin hevur leingi gingið um, at Michael Laudrup skuldi gerast nýggjur venjari í lítla spanska høvuðsstaðarfelagnum, Getafe, og nú er hetta skiftið endaliga komið uppá pláss.

Eftir at Real Madrid beint fyri døgurða í gjár kunngjørdi, at teir høvdu sett Bernd Schuster, nú fyrrverandi Getafe-venjara, sum venjara í stórfelagnum, gingu bert fáir minuttir, áðrenn Getafe kunngjørdi teirra nýggja venjara. Ikki so óvæntað var talan um danan, Michael Laudrup, sum sostatt vendir aftur til Spania, har hann hevði sínar bestu dagar sum yrkisleiakri í stórfeløgunum Barcelona og Real Madrid.