Laudrup vann aftur

Getafe, har danin Michael Laudrup er venjari, vann aftur um vikuskiftið. Sunnukvøldið spældi Getafe á útivølli ímóti Osasuna, og Getafe vann dystin 2-0. Annars hevur ikki gingið nakað serligt hjá Getafe, og Michael Laudrup hevur verið undir trýsti seinastu vikurnar. Nú fingu bæði hann og liðið hjá honum eitt sindur av luft.