Laudrup umhugsar Danmark

Venjarin hjá Mallorca váttar tú, at hann er millum teirra, sum eru um boðið, tá Danmark skal hava nýggjan landsliðsvenjara næsta summar. Danska fótbóltssambandið, DBU, váttar somuleiðis, at tey tosa við Michael Laudrup um hetta, men at tað eisini eru eitt ella tvey onnur nøvn inni í myndini.

 

Danska landsliðið skal hava nýggjan landsliðsvenjara, tí Morten Olsen, sum er venjari nú, hevur boðað frá, at hann gevst á sumri 2012. Síðani tað kom fram, at Morten Olsen gvest, hevur dúgliga verið gitt um, hvør nýggi venjarin fór at verða. Laudrup hevur sjálvsagt verið nevndur fleiri ferðir, men tað er fyrstu ferð, at Laudrup sjálvur váttar, at hann tosar við DBU um landsliðsvenjarastarvið.

 

Niðri gita fjølmiðlarnir, at nýggi landsliðsvenjarin verður kunngjørdur í november.