Danski fótbóltsvenjarin Michael Laudrup er á veg til spanskan fótbólt. Nógv hevur verið skrivað og tosað um hetta seinast mánaðin, og fleiri feløg hava verið nevnd í hesum sambandi. Tað er tó líkt til, at Laudrup sjálvur vil sleppa til Getafe, har týskarin Bernd Schuster hevur fingið góð úrslit farna árið. Roknað verður við, at Schuster verður nýggjur venjari í Real Madrid, og so kann Laudrup takak yvir í Getafe.










