Nú er hann mest sannlíka boðið upp á nýggjan venjara í Barcelona,siga danskir og spanskir fjølmiðlar Samráðingarnar ímillum Barcelona og Murinho,eru endaliga slitnaðar og nú er gøtan slóðað fyri, at Laudrup endar í heita sessinum í Barcelona. Í Getafe harmast tey um at missa danan
Tað verður alt meiri sannlíkt, at Michael Laudrup verður nýggjur venjari í Barcelona. Fleiri danskir miðlar endurgeva í kvøld spanskar miðlar fyri at siga, at nú er Laudrup mest sannlíka boðið upp á ein nýggjan venjara í Barcelona
Seinasti snávingarsteinurin á vegnum hjá Laudrup til Barca, varð ruddaður av vegnum, tá ið samráðingarnar millum Barcelona og Murinho slitnaðu endaliga, tí at Murinho vil ikki góðtaka ein hjálparvenjara, sum hann sigur, bara skal tæna einum endamáli og tað er at gera tað lættari at koyra Murinho. Tí skuldu úrslitini ikki verið eftir vild, er avloysarin klárur.
Í næstu viku skal umboðsmaðurin hjá Laudrup hitta leiðsluna í Barcelona at umrøða støðuna.
Í Cetafe harmast tey um at missa Laudrup, men eru kortini errin av at levera ein venjara til eitt stórfelag.










