Laudrup samráðist við Swansea

Danska Tipsbladet veit at siga frá enskum miðlum, at Michael Laudrup er í samráðingum við Swansea um at gerast venjari hjá walisiska felagnum.

 

Laudrup hevur roynt seg sum venjari í Danmark, Spania og Russlandi, og kann vera á veg til fótbóltsins heimland.

 

Sambært tipsblaðnum stendur Michael Laudrup ovast á listanum hjá Swansea nevndarformanninum, Huw Jenkins, nú venjarin hjá felagnum, Brendan Rodgers, er farin til Liverpool.

 

Swansea var eitt av feløgunum, sum tók tey flestu á bóli seinasta kappingarár, og endaði á einnum 11. plássi í kappingini.