Enskir miðlar eru á einum máli um, at Michael Laudrup verður nýggi venjarin hjá walisiska felagnum, Swansea.
Sambært bæði Sky Sports, The Sun og øðrum enskum heimasíðum er Michael Laudrup vorðin samdur við formannin í Swansea, Huw Jenkins, um ein sáttmála.
Fótbóltsfilosofiin hjá dananum sampakkar væl við ta hjá Huw Jenkins, og danska Tipsbladet skrivar, at tað ikki verður tað stóra trýstið á Laudrup, tí málsetningurin er at verða verandi í Premier League.
Spurningurin er so, hvat hendir við íslendska Gylfa Sigurðsson, sum hevur leikt við Swansea seinasta kappingarár eftir einum leigusáttmála. Tað ljóðaði, at Swansea ætlaði sær at skriva undir varandi sáttmála við Swansea, men tá Brendan Rodgers fór úr felagnum at gerast venjari hjá Liverpool, var meiningin, at Sigurðsson skuldi fylgja við.
Nú ætlar íslendingurin kortini at bíða og vita, hvør gerst venjari hjá Swansea. Og hvør veit, kanska eitt stórt norðurlendskt navn sum Laudrup fær Gylfa Sigurðsson at verða verandi.
Burtursæð frá Brøndby, hevur Michael Laudrup bert vant lið í tyngra endanum av sponsku kappingini, umframt Spartak Moskva, sum tó ikki var nøkur succes.
Miðlarnir skriva, at Swansea fer at kunngera Michael Laudrup sum nýggjan venjara fríggjadagin.