Sambært valevninum til forsetavalið í Real Madrid, Juan Miguel Villar, er danin Michael Laudrup ikki upp á tal sum venjari í spanska stórfelagnum. Villar sigur við bretska blaðið News of the World, at hann er farin undir samráðingar við Arsenal-venjaran Arsene Wenger og Juventus-venjaran Fabio Capellio.
- Teir eru báðir fantastiskir venjarar, og vit vilja hava tað besta, sigur Villar.
Forsetavalið í Real Madrid verður avgjørt tann 2. juli.