Laudrup heldur fast um stjørnu

Michael Laudrup rakti steymin á høvdið, tá hann valdi at keypa Michu fyri áleið 20 milliónir krónur undan hesum kappingarárinum. Nú hava Swansea og Michael Laudrup tryggja sær spaniólan tey komandi fýra árini.

 

Í mun til prís, so er helst ongin ivi um, at Michu er væl ávegis at blíva ársins keyp. Hann hevur skotið 14 mál í 26 dystum, og spanski landsliðsvenjarin hevur lovað 26 ára gamla framherjanum, at hann fær sínar fyrstu minuttir á landsliðnum 6. feburar móti Uruguay.

 

Fleiri stórfeløg hava havt eyguni bíliga framherjanum, men nú hevur framherjin skrivað nýggjan sáttmála við Swansea, sum gongur fram til 2016.

 

- Hetta var ein løtt avgerð. Eg livi dreymin her í Swansea og eg njótin at spæla fótbólt meir enn nakrantíð, sigur Michu við heimasíðuna hjá felagnum.

 

Swansea hevur í kvøld møguleikan at vinna seg í Liga Cup finaluna. Swansea vann fyrru hálvfinaluna 2-0 móti Chelsea á útivølli.