Danski fótbóltsvenjarin Michael Laudrup roynir seg sum venjari hjá spanska felagnum Getefe, men tað gongur striltið hjá liðnum. Getafe hevur fingið reytt kort í øllum dystunum higartil í hesum kappingarárinum, og sunnudagin noyddust teir aftur at lúta. Getafe stríddist við 10 spælarum ímóti Mallorca, sum skoraði sigursmálið tveir minuttir fyri leiklok.