Laudrup fer til Moskva

Russisku stórfeløgini hava seinnu árini hótt traditionella europiska fótbóltstoppin. Eitt av hesum feløgum er Spartak Moskva, og her verður við spenningi roknað við, at nýggi venjarin í felagnum eitur Michael Laudrup.

Frá felagnum sjálvum verður sagt, at tey rokna við, at venjaraspurningurin er avgreiddur innan 24 tímar, og nú hevur Michael Laudrup sjálvur váttað tíðindini.

- Eg havi verið í Moskva, og var bergtikin av tí, sum eg sá. Hetta er eitt felag, sum satsar stórt, so eg rokni við, at sáttmálin verður undirskrivaður innan eitt samdøgur, sigur Michael Laudrup við danska Ekstra-Blaðið.

Michael Laudrup hevur eisini verið settur í samband við enska West Ham, men sjálvur sigur venjarin ikki kenna nakað til hetta. Í enskum miðlum verður nú gitt, at tað ístaðin verður italski Gianfranco Zola, sum fer í tann sessin.