Týska fótbóltsfelagið Hamburger SV skal hava nýggjam venjara, og týskir fjølmiðlar gita, at tað verður annaðhvørt danski Michael Laudrup ella norski Ståle Solbakken. Herfyri varð Frank Arnesen settur í starvið sum ítróttarstjóri í HSV, og tað fær teir týsku fjølmiðlarnar at halda, at tað er mest sannlíkt, at hann fær landsmannin Michael Laudrup afturat sær.
Sum skilst er HSV til reiðar at keypa Laudrup leysan frá sáttmálanum við Mallorca.
Franska blaðið L´Equipe, sum vanliga ber orð fyri at hava góðar keldur, skrivaði í gjár, at samráðingar eru millum Hamburger SV og Michael Laudrup, og at partarnir eru komnir væl ávegsis.
Frank Arnesen hevur sagt, at HSV fer at skriva sáttmála við ein nýggjan venjara innan fýra vikur.