Johan Mortensen, Valevni
----
Vit hava eina góða og professionella eygnalæknatænastu á Landssjúkrahúsinum, men har er nógv at at gera, tað eru millum 5.000 og 7.000 patientar sum hvørt ár fara framvið hjá eygnalækanum. Hetta er stórt tal og er bíðitíðin av tí sama millum 3 og 4 mánaðar og eisni longri, tað vil so vera undir hesum umstøðum.
Men nú ljóðar at munandi sparingar á Landssjúkrahúsinum fara at verða settar í verk í næstum. Nú veit eg ikki hvussu hart eygnalæknatænastan verður rakt ella skorin og – um heilt illa veit við – um hon kanska fer úr Havnini til annað sjúkrahús at røkja, slíkt kann hugsast nú vit hava 3 sjúkrahús sum kappast og har lokal politisk áhugamál viga sera tungt.
Eins og vit hava kommunulæknar og privatar tannlæknaklinikkir í Havn haldi eg at vit eiga at kanna møgulleikan fyri at hava eina privata eygnalæknatænastu i Havn bæði saman við Heilsutrygd og í privatum regi sum í Danmark. Við eini slíkari, modernaðari skipan hevði brúkarin sloppið skjótari framat eygnalæknanum og vil fagliga støði uttan iva eisini hæðka og við størri nøgdsemi hjá brúkarinum og yvirhøvur hjá okkum øllum sum av og á hava tørv fyri eygnalæknahjálp.
Komið eg í Býráði vil eg fylgja hesum máli sum skal takast í størsta álvara.