Tað vóru seks ovurfegin fólk, sum komu út úr flogfarinum í altjóða floghavnini í Sofija í morgun, og tað vóru nøkur ovurfegin avvarðandi, sum tóku ímóti teimum.
-Orð eru óneyðug. Eg gleði meg bara til at taka um hana, segði Ivaylu Nikolchovskij, sum var komin út á flogvøllin at taka ímóti mammu síni, sjúkrasystrini Snezlanu Dimitrova.
Saman við fýra starvsfeløgum og einum lækna hevur hon sitið í fongsli í Libya síðani 1999, tá tey vórðu dømd fyri at hava givið meiri enn 420 libyskum børnum HIV-smittað blóð. 56 av børnunum eru síðani deyð av sjúkuni.
Í rættinum í Tripoli vórðu tey seks dømd til deyða, men í síðstu viku gjørdi ein hægri dómstólur av at broyta dómin til lívlangt fongsul. Tað gjørdi, at tey seks kundu sendast til Bulgaria, tí sambært einum sáttmála frá 1981 kunndu tey bæði londini senda hvør øðrum ríkisborgarar, sum hava fingið fongsulsrevsing.
Tá tey seks komu til Bulgaria í morgun, komu tey við flogfarinum hjá franska forsetanum. Tað komst av, at franska forsetafrúan, Cecilia Sarkozy, hevði verið í Libya saman við uttanríkiskommiserinum hjá ES, Benitu Ferrero-Waldner, har tær høvdu tingast við libysku myndugleikarnar um at senda tey dømdu til Bulgaria.
Sambært avtaluni, sum Libya og Bulgaria hava gjørt um tey seks, binda Bulgaria og ES seg til at bøta um korini hjá teimum HIV-smittaðu børnunum. Millum annað skal libyska sjúkrahúsverkið fáa betri útgerð til at viðgera HIV-sjúklingar, og ein grunnur skal rinda avvarðandi hjá teimum smittaðu børnunum endurgjald.










