Latið tey smáu fáa hægri raðfesting

 

 

Avbjóðingar eru í arbeiðinum á dagstovnaøkinum. 


Ein stór avbjóðing er at fáa útbúnar námsfrøðingar, starvsfólk og avloysarar sum heild, soleiðis at gerandisdagurin á stovnunum kann hanga saman. Trupulleikin er beinleiðis forðing fyri at stovnanir kunnu virka optimalt.

Afturat hesum koma hølisviðurskiftir, ov stórt tal av børnum inni á hvørjari stovu, dagligur larmur, strukturellar broytingar, kynsbýti á starvsfólki, manglandi matarskipan osv.


Og hvørji tilboð kunnu vit bjóða børnum við serligum tørvi, serliga tá vit hugsa um normeringina? Kundi tað hugsast, at landið kundi farið inn og sett nakrar rættningslinjur hesum viðvíkjandi? Kanska stuðlað kommunum við avbjóðingini? Her hugsi eg serliga um eyka tímar á stovum við børnum við serligum tørvi.


Er samsvar í millum játtan og tørvin, so eru góðir møguleikar fyri einum mennandi og gevandi umhvørvi fyri tað einstaka barnið og eisini fyri trivnaði hjá bæði børnun og teimum vaksnum. Hetta er so týdningarmikið fyri okkum sum samfelag. Tí jú fyrr vit kunnu hjálpa einum barni við serligum tørvi, jú betri lív fær barnið og kann harvið vera við til at byggja land.


Viðvíkjandi øllum børnum vísa kanningar, at børn, sum hava atgongd til góðar dagstovnaumstøður í aldrinum frá  uml. 1  til 5 ár, har starvsfólkini eru fakliga væl fyri, klára seg nógv betur upp gjøgnum skúlaárini.


Við at gera nakað nú, so vinna vit í longdini.


Vit skulu framhaldandi veita eitt so burðardygt, mennandi og fakligt umhvørvi til gagns fyri okkara samfelagborgarar og fyri tey, sum starvast innan hettar økið. 


Tí haldi eg, at dagstovnalógin skal efturhyggjast, saman við kommununum, við hesum fyri eyga. Kommunurnar gera eit megnararbeið, men hava tørv á tryggum og greiðum kørmum á økinum.


Vel Símun í morgin!