Myndir: Álvur Haraldsen

Latið oljuna liggja

Hóast FNU nú eigur nú partabræv í føroyskum oljufelag, so er boðskapurin púra greiður: Latið oljuna liggja!

 

Myndir: Álvur Haraldsen

Á mótmælistiltakinum í Sparikassagarðinum í miðbýnum í Havn á middegi, sum  Veðurlagslóg NÚ! og Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag skipaðu fyri, var boðskapurin púra greiður. Vit skulu ikki brúka olju, og vit skulu so slett ikki fara at bora eftir olju í Føroyum.

Gunnhild Dahl Niclasen, annar av røðarunum, vísti á, at vit tosa ov lítið um, hvussu vit kunnu brúka minni orku. Og tosið um at bora eftir olju í Føroyum helt hon sera lítið um. Sum barn hevði hon fingið partabræv í føroyskum oljufelag – hon hevði ikki torað at sagt tað fyrr, at hon var partaeigari í einum oljufelag, men nú nýtti hon høvið til at geva FNU partabrævið. Hon helt, at um fleiri gera tað sama, so kann FNU fáa stóra ávirkan á oljufelagið.

 

##med2##

 

##med3##

Kári Mortensen frá Umhvørvisstovuni hevði sama boðskap, at vit ikki skulu bora eftir olju, at vit skulu menna aðra orku, sum vetni, sum kann gerast við vindorku.

Hann vísti á møguleikan við flótandi vindmyllum, sum kunnu geva Føroyum tríggjar ferðir so nógva orku, sum vit hava tørv á.

 

##med4##

 

##med5##

Umframt teir báðar røðararnar, so var orðið frítt, og tá nýtti formaðurin í FNU, Jón Kragesteen høvið at taka orðið. Hann helt sera lítið um hugburðin hjá politikarum okkara, sum um dagarnar tosaðu so ídnir um føroysku oljuvinni – um stuttflutta olju, sum fleiri tingfólk høvdu á orði.

 

##med6##

 

##med7##

Boðskapurin var greiður, tá formaðurin fekk tey hálvthundrað fólkini í felag at rópa:

 

LATIÐ OLJUNA LIGGJA!

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

##med17##

 

##med18##

 

##med19##

 

##med20##

 


 

 

Myndir: Álvur Haraldsen