- Kanningar vísa, at upp til byrjanina av pubertetinum, er eingin munur á styrki, úthaldni, hædd, longd og skjótleika, sum kann forklárast biologiskt, sigur Magni Mohr, sum ásannar, at tað kann gagna gentum, at tær venja og spæla saman við dreingjum.
Sjálvur er Magni Mohr av teirri áskoðan, at eingin orsøk er til ikki at lata gentur og dreingir vera saman undir venjing og spæli í bæði fótbólti og øðrum ítróttarhøpi.
- Tað ber ikki til reint fysiskt at grundgeva fyri, at børn áðrenn pubertetsárini ikki skulu vera saman og klára tað sama. Børnini eru jú eisini felags um venjing og dystir í yngru deildunum, umframt at tey eru von við at vera saman í fleiri øðrum samanhangum við.
Les nógv meiri um evni í ítróttarpartinum av Sosialinum frá mánadegnum.










