- Nú býtið av uppsjóvarkvotunum og øðrum kvotum, eitt nú á Flemish Kap, er fyri framman, vil eg heita á Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharra og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, um at bera so í bandi, at bert tey skip, ið halda galdandi sáttmálar og landsins lógir og ásetingar annars, fáa lut í kvotunum.
Tað sigur Sámal Poulsen, næstformaður í Føroya Fiskimannafelag í dag.
Hann vísir á, at Fiskimannafelagið brúkar meginpartin av síni orku til at berjast við reiðaríir, ið ikki vilja halda sáttmálarnar og geva manningunum tað, tær av røttum eiga.
- Hetta er ein ótolandi støða, sum eisini er við til at reka nógvar føroyskar fiskimenn av landinum at mynstra við útlendskum - serliga norskum - skipum. Tí er ikki bara talan um, at nakrar manningar verða snýttar, men um, at øll vinnan verður undirgrivin.
Sámal Poulsen heldur, at landsstýrið - í hesum føri fiskimálaráðharrin og løgmaður - eiga ikki at skjóta seg undir, at sáttmálarnir bara eru eitt mál millum reiðarar og manningarfeløg, tí sáttmálarnir hava sama virknað sum lógir.
- Tí eiga tilvitað sáttmálabrot sanniliga eisini at takast við í metingarnar, tá fiskirættindi til okkara felags ogn verða latin.
Hann heldur, at myndugleikarnir saktans kunnu biðja Fiskimannafelagið og hini manningarfeløgini um at gera tilmæli um hesi viðurskifti - ella í øllum førum eiga feløgini at verða væl og virðiliga hoyrd, áðrenn kvoturnar verða býttar.
- Vit kunnu soleiðis verða við til at tryggja, at bert lóg- og sáttmálalýðin reiðaríir sleppa framat, sigur Sámal Poulsen, næstformaður í Føroya Fiskimannafelag.









