Sjúrður Skaale
----
Eg eri eitt sindur troyttur av at skriva um bókstavir og stavseting, men eg noyðist at geva Una Arge eitt svar.
Hann skrivar í stórari grein leygardagin, at undirritaði: "mælir til málsligt bakstrev og hugsar lítið um, hvussu stóra ørkymlan hansara uppskot um fremmandar stavir og danska og enska stavseting kunnu elva til."
Orsøkin er, at eg havi gjørt eftir áheitanini frá Skúlabókagrunninum, og sagt mína hugsan um eitt nýtt heimsatlas.
Tað hevur Uni eisini gjørt. Eg eri samdur í hansara kritikki, men mæli eisini til, at grunnurin sleppur hesi merkiligu hugsanini um, at vit ikki kunnu nýta t.d. c, x og z í føroyskum. At útihýsa hesum stavum úr alfabetinum er púra meiningsleyst, tí teir liva allir sítt fríska lív í málinum kortini. Ja, fleiri 1000 føroyingar bera teir í sínum egna navni.
At "legalisera" hesar stavir fer ikki á nakran hátt at elva til ørkymlan, sum Uni sigur. Tað fer tvørturímóti at skapa samsvar millum alfabetið og veruleikan.
Tað skapar hinvegin stóra ørkymlan, tá roynt verður at skáksigla uttanum hesar bókstavir, eins og gjørt er í tí á mangan hátt frálíka atlasinum.
Tí føroyingar hava altíð brúkt alt tað latínska alfabetið - og tað gera vit enn. Eisini í landanøvnum. Hyggja vit at farnu viku, so skrivaði portalurin t.d. "31 deyð í ófriði í Jamaica". Eisini stóð "Flogbóltskvinnurnar til Liechtenstein". Og fróðarmaðurin Heini Olsen skrivaði fína grein í Dimmu, har hann m.a. tosaði um "Zanzibar" og "Tanzania". Ein skrivaði um Chile - ein annar um Kili.
Uni sigur, at "Nú tykist hann (SS) við hesum stavunum at vilja broyta føroyskan stavsetingarsið".
Men tað eru ikki tey, sum vilja hava eitt fult alfabet, sum vilja broyta nakað. Tað eru tey, sum vilja halda fast um tað nýggja, amputeraða alfabetið, sum vilja broyta okkara stavsetingarsið.
Hevði onkur góð grundgeving verið fyri hesi amputering, høvdu tey kanska fingið fólk við sær. Men enn hevur eingin dugað at grundgivið fyri hesum.
Tað er fullkomiliga ómøguligt, at halda hesar stavirnar burturi úr málinum. Og tað er fullkomiliga óneyðugt at royna at gera tað. Tí tað gagnar ikki føroyskum. Tað skaðar føroyskt.
Nógv er at gera
Uni sigur meg eisini vera talsmann fyri, at "føroyski málbúnin er liðugt mentur. Alt er so altjóðagjørt (...), at nú skulu vit bara herma eftir øllum øðrum."
Tað er fyri tað fyrsta ótrúliga løgið at kalla tað at "herma", at skriva Mexico. Harragud - tað er soleiðis landið eitur!
Men annars havi eg aldrin hvørki skrivað, sagt ella hugsað, at málið er liðugt ment.
Á heimasíðuni hjá Málnevndini er ein listi yvir nýggj føroysk orð, sum eru smíðað farnu árini. Listin er langur, tey flestu orðini sita væl og nógv eru fallin natúrliga inn í málið. Nøkur hava málfrøðingar smíðað, men tey bestu hava vanlig fólk ofta funnið uppá.
Hetta er bæði gott og neyðugt arbeiði - og tað er nokk at gera. Skal føroyskum verða lív lagað, má tað alla tíðina víðkast.
Tað skal gerast varliga - serliga tá tað snýr seg um nøvn, heiti og fakorð. Siðvenja skal virðast. Vit skulu ikki bara umseta fyri at umseta. Ikki bara vera øðrvísi fyri at vera øðrvísi. Og tá vit gera atlas, eiga geografar at hava líka stóra ávirkan sum málfrøðingar.
Men sanniliga er málið ikki "liðugt ment". Tað verður tað aldrin.
Tá Uni Arge til dømis tekur gittaran fram og fer at spæla og syngja, eitur hann á mannamunni ein "singer songwriter". Og farnu árini hevur verið skipað fyri "singer songwriter-kapping".
Klossutari verður tað neyvan...
Á sponskum siga tey elegant "cantautor" - sum er samansett av "cantante" (sangari) og "autor" (høvundur).
Her vantar okkum eitt snøgt, føroyskt heiti.
So latið okkum finna uppá eitt føroyskt heiti til Una og hansara líkar. Og latið okkum smíðað mong onnur, smidlig føroysk orð, har tørvur er á tí.
Men latið okkum sleppa tvangstankanum um hasar fimm bókstavirnar.
Tað styrkir ikki føroyskt at skriva Tansania, Simbabvi og Kili. Ella Bjørgvin og Danmørk. Tað bara ørkymlar. Og estetiskt sær tað út sum málsligt stakkalastás.