Latið okkum brúka tíðina betur

Fríggjadagin var onnur viðgerð av løgtingsmáli nr. 44, og orðaskifti gjørdist drúgt, vardi heilar 4 tímar.

Aftur og aftur tóku tingfólk orðið til røður og viðmerkingar. Stór orð vóru søgd um framtíðina og hørð orð vóru søgd um nútíðina. Fyri tann fremmanda eygleiðaran kundi sjálvsagt ikki vera nakar ivi um, at talan var um eitt tungt og týðandi álvarsmál, sum var á skránni!
Mundi tað vera øðrkymlandi støðan í føroyska fíggjarkervinum, sum var til viðgerðar ?
Var tað fíggjarliga kreppan, sum partar av føroyska vinnulívinum eru í og sum kann føra til stórt arbeiðsloysi ?
Var tað hættisliga støðan hjá fiskivinnuni, har samlaði flotin, ið fiskar botnfisk undir Føroyum hevur reyð roknskapartøl og alt ov stóra skuld ?
Mundu tingfólk kjakast um undirskotið á fíggjarlógini uppá ¾ milliard ?
Ella var tað hóttandi verkfallið frá 7000 fólkum á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum orðaskiftið snúði seg um?
Sjálvsagt mátti málið, ið var til viðgerðar, vera av alstórum samfelagsligum týdningi. Løgtingsins fíggjarnevnd mannað við 7 fólkum úr 5 flokkum hevði viðgjørt málið á trimum nevndarfundum og niðurstøðan varð 5 ymisk minnilutaálit, ið fyltu 4 síður. Her mátti greitt vera talan um álvarsligt vandamál, sum løgtingsnevndarlimirnir, hvør í sínum lagi, høvdu valt at brúka nógva tíð og orku uppá, og sum tingið nú tók sær góða tíð til at viðgera.
Men tá tann fremmandi eygleiðarin setti seg at lurta nærri eftir orðaskiftinum, øðrkymlaðist hann. Orðaskiftið í hesi lagnustund snúði seg um næstan einki. Drúgva orðaskiftið snúði seg um 0,065% av ríkisstuðlinum úr Danmark. Hetta svarar til 0,0008% av útreiðslunum á løgtingsfíggjarlógini ella 0,000032% av okkara bruttotjóðarúrtøku. Hetta 4 tímar drúgva orðaskifti snúði seg um, hvørt danska ríkisveitingin skuldi lækkast við knapt 0,07% ella ikki.
Sambært útrokningunum sum samgonguflokkarnir hava bundið seg til í samgonguskjalinum, skuldi blokkniðurskurður gerast fyri 400 túsund; men í skrivum millum landstýri og donsku stjórnina dagfest 30. august og 14. september er avtalað, at blokkurin verður tann sami.
Annað av umboðum Sambandsfloksins í fíggjarnevndini váttaði á tingsins røðarapalli tað, sum hevur ljóðað millum tingfólk, at hann hevði fingið eitt bræv. Í brævinum skal tingmaðurin hava fingið skrivliga munnkurv frá leiðsluni, tí hann ætlaði at fremja fráboðaðu ætlan floksins í verki og mæla tinginum til at prístalsjavna blokkin, (fyri at orð og gerðir skuldu fylgjast ?)?
At andstøðan skal kenna høvuðsábyrgd av, at samgongan ikki heldur sítt egna samgonguskjal, vil eg ikki verða partur av. Viðgerðin var ein glantrileikur, tí talan var um “symbolik heldur enn politikk”, tí valdi eg at ríma av fundi, eftir at hava sitið og lurtað í 3 tímar.
Tað stutta av tí langa er, at hetta drúgva orðaskifti, sum snúði seg um næstan einki, flutti púrt einki.
Spurningurin er, sum Heiðamaðurin speiskliga tók til á sinni: “Hvussu leingi kann ringt versna”.