Latið norðingar yvirtaka Lorvíksleiðina

   

Nógv hevur verið hoyrt í seinastuni um Dúgvuna. Norðoyingar vilja hava, at Dúgvan skal halda áfram at sigla, ímeðan Strandferðslan og Bjarni Djurholm vilja, at Dúgvan verður tikin úr sigling ímillum Klaksvík - Leirkvík og at Ternan og Sam vera sett inn ístaðin, tí sum teir siga, hevur Strandferðslan ikki ráð at hava Dúgvuna.
Eg havi eina enn bíligari loysn, vit niðurleggja rutuna og gera á sama hátt sum á Skálafjarðaleiðini. Leita okkum eftir einum nýggjum skipi og byrja at sigla sjálvir. Her kundi verið talan um stórar sparingar:
Vit sleppa frá risa umsitingini suðuri í Havn.
Vit fáa eitt tíðarhóskandi skip fyri ein bíligan penga.
Vit laga siglingina eftir tørvinum her í Norðoyggjum.
Vit behalda yvirskotið av farleiðini í Norðoyggjum og ikki sum nú, alt endar aðrastaðni.
Her eru nakrir fyrimunir, um norðoyingar yvirtóku leiðini ímillum Klaksvík og Leirvík, men tað krevur at fyrireikingar vera gjørdar, ongantíð ov skjótt. Ein loysn kundi verið, at vinnan og einstaklingar tikið seg saman og bjóðaði seg fram at yvirtaka leiðina ímillum Klaksvík og Leirvík.
Øll vita vit, at tað hava bert verið tvær farleiðir, sum hava givið yvirskot hjá Strandferðsluni, og tað var leiðin um Vestmannasund og leiðin ímillum Leirvík og Klaksvík.
Gevur leiðin ímillum Leirvík og Klaksvík undirskot, so er laga manni, at vit norðoyingar sleppa at royna okkum, um vit kunnu megna, at fáa hana at geva yvirskot. Eg ivist onga løtu í, at vit høvdu fingið tað at borið til.