Dánial Petur Hansen, Formaður í NSÍ
- Sjálvandi er ætlanin hjá B36 ikki at tiltuska sær nøkur stig!
Lat meg gera greitt beinanvegin, at eg neyvan hevði sent hesar linjur um eg ikki var formaður í NSÍ, tó eri eg sannførdur um, at niðurstøða mín kortini hevði verið tann sama óansæð. Skal tó viðurkenna, at eg ikki eri líka so fullvísur í hesum um eg hevði verið ein óvanligur B36’ari.
Fyri at byrja við niðurstøðuni, so er avgerðin sum aganevndin kom til, ið samband við kæruna, um at Skála í dystinum ímóti B36 stutt fyri leiklok skifti leikara inn, sum av hendingaligum misgávum, ikki var skrivaður á dómaraseðilin, ikki bara skeiv, men fullkomuliga burtur úr vón og viti.
Øll sum varða av fótbóltinum, sum skilja hvat hesin snýr seg um og vilja honum tað besta, ivast ikki longur í, at fótbóltsúrtslitini eiga at vera avgjørd á vøllinum og ikki av hendingaligum,ótilvitaðum og sakleysum manglum í samband við útfylling av dómaraseðli.
Helt satt at siga eisini at vit nú endaliga høvdu fingið staðfest nakrar sera skilagóðar rættningslinjur um hvussu farast skuldi fram í slíkum førum, soleiðis at sleppast kundi undan slíkum vitleysum avgerðum, og hevur aganevndin tí uttan iva gingið beint ímóti givnum tilmælum.
Skilji eisini á lagnum at manglarnir í samband við dómaraseðlarnar, sum verða sendir til FSF eru rættuliga nógvir, enntá onkrir av slíkum slag at hetta hevði gingið útyvir tað ítróttarliga rættvísi um teir ikki vórðu loftaðir í skipanini og rættaðir.
Rætt er, at Skála av ósketni ikki hevði fingið sett navnið á tí leikara, ið var innskiftur stutt fyri leiklok ímóti B36 á dómaraseðilin áðrenn dystarbyrjan. Og kann tílíkt mistak sjálvsagt ikki góðtakast, men eigur at verða sektað við hóskandi avleiðing í mun til mistakið.
Júst hetta, at avleiðingarnar av mistakinum eiga at samsvara við mistakið og raka tann ið mistakið hevur framt og ikki straffa onnur í staðin, átti í øllum førum, at verið nakað, sum løgfrøðingar á byrjunarstøði áttu at vita, og er skelkurin av niðurstøðuni hjá aganevndini tískil ikki minni, eftir at greitt er, at formaðurin í hesi hevur tikið løgfrøðisligt prógv.
Sjálvur eri eg sannførdur um, at fyrrverandi formaðurin í B36, sum, mær upplýst, er limur í hesi 3 manna aganevnd, ikki tilvitað kann hava tikið undir við fráboðaðu niðurstøðuni, somikið av áliti havi eg til hann og tey í veruliga eiga at vita hvat fótbóltur er.
At fyrrverandi formaðurin í B36 hevur gjørt vart við sítt ógegni í hesum máli, og tí ikki hevur tikið lut í viðgerðini av kæruni er sjálvsagt. Um ikki, so var skommin hjá aganevndini fullkomin.
Fyri tveimum árum síðani gjørdi B71 júst sama mistak ímóti Royn, og var B71 tá sektað við eini lítlari symbolskari bót. Í hesum førum raktu avleiðingarnar bert tað felagið, ið henda skrivimangul av so lítlum týdningi hevði framt.
Avgerandi fyri avleiðingarnar av einum mistaki, eisini í hesum fótbóltshøpi, eiga eisini at vera hvørt mistakið er tilætlað ella ikki, hvørt mistakið hevur avgerðandi týdning fyri útfallið ella ikki og um mistakið yvirhøvur gevur meining fyri nakað sum helst.
Í hesum førum er svarið innlýsandi: mistakið hjá Skála var ikki tilætlað, mistakið hjá Skála hevði als ikki týdning fyri útfallið og var mistakið sum so meiningsleyst, og hetta veit B36 fullvæl eins og øll onnur ið vilja fótbóltinum tað besta, FAIR PLAY at frama.
Skála hevði onga orsøk (motiv) til at lata verða við at seta leikaran á dómaraseðilin, hann hevði ikki leikbann, spæliloyvi var í lagi, osfr. Alt var í lagi uttan týdningarleysa mistakið at gloyma at seta leikaran á dómaraseðilin.
Tí eri eg sannførdur um, at orsøkin (motivið) hjá B36 til at kæra ikki hevur verið tann at tiltuska sær nøkur stig, sum ikki eru uppiborin, men hinvegin tann, at tryggja sær at Skála fær tað neyðugu átaluna, soleiðis at felagið ikki ger sama mistakið einaferð afturat.
Tey í aganevndini hava við hesi avgerð longu víst, at tey ikki hava verið búgvin til at borið tað ábyrgd, ið teimum var tillutað á seinasta aðalfundi hjá FSF, eins og tey als ikki hava skilt sína uppgávu og hvønn veruleika føroyskur fótbóltur er í.
Sjálvur eri eg tó sannførdur um, at yvirkærunevndin fær sett hetta lítla týdningarleysa mistakið hjá Skála í perspektiv og givið Skála og bara Skála hóskandi avleiðingar í mun til tað lítla menniskjaliga mistakið, tað verði seg eftir mínari meining, ein hóskandi átala og/ella ein hóskandi bót.
Gerið nú ikki málið størri enn neyðugt!
Eftirskrift: Trupulleikin við at sekta onnur feløg fyri mistøk hjá øðrum feløgum er sjálvsagt tann, at so kann koma beinleiðis spekulatión í, at gera tílík mistøk, við tað at mistøkini ofta raka harðari onnur feløg enn tey sum mistøkini hava framt.
Og álvaratos, komið nú ikki við ósannum flosklum um at hetta nú eru ófrávíkilig altjóða krøv, sum skulu haldast, osfr. Altjóða fótbóltsfelagsskapirnir vita hvussu veruleikin hjá føroyska fótbóltinum er, og seta tí sjálvsagt ikki somu krøvini til fótbóltsfeløgini í formuladeildini, sum til tey stóru professionellu fótbóltsfeløgini, sum hava heilt aðrar umstøður og fíggjarligar møguleikar.
Ein veruleiki er tað, at nærum alt arbeiði sum verður gjørt rundan um føroyskan fótbólt byggir á at vit hava eldsálir, sum uttan nakra samsýning, nýta ein rættuliga stóran part av síni frítíð til sítt fótbóltsfelag, annars høvdu vit ikki verið komin so langt í menningini av fótbóltinum í Føroyum.
So leingi veruleikin er hesin mugu krøvini til fótbóltsfeløgini standa mát við henda veruleika, og mugu avleiðingarnar av, um krøv ikki verða hildin eisini standa mát við henda veruleika. Saman við menningini av fótbóltinum í Føroyum betra vit um veruleikan hjá honum.