Latið nú dómstolin tala

Stjórin í P/F Havnar Fótbóltur tóktist nøgdur um úrskurðin, sum Føroya Rættur tók.
-Lat meg fyrst og fremst siga, at vit avgjørt ikki eru fegnir um hetta stigið. Men vit kendu okkum somikið maktarsleysar í málinum, at hetta var okkara einasti útvegur.
- Nú er tað so staðfest, at Ítróttardómstólurin skal sleppa framat. Um teir taka málið upp, og um teir geva okkum viðhald ella ikki, fáa vit sjálvandi ikki sagt í løtuni. Men vit halda tað vera týdningarmikið, at hægsti ítróttardómstólurin sleppur at siga sína hugsan. Og fyrr enn tað er gjørt, er tað ikki rætt, at EB/Streymur spælir  líkamikið um tann dysturin so verður móti HB ella VB/Sumba, segði Steinfinnur.