Latið Klaksvíkar Sjúkrahús hava frið!

Endaleysu álopini: Við jøvnum millumbilum kanst tú lesa, at nú skal skil fáast í føroyska sjúkrahúsverkinum, og loysnin skal vera at leggja niður Klaksvíkar Sjúkrahús

Sjávur løgmaður er somuleiðis endurgivin fyri sama afturvendandi møsnið.

Tað løgna við hesum er kortini, at eitt sjúkrahús, ið virkar sera væl, og har tú fært nógv fyri ílagda peningin, skal víkja fyri Landssjúkrahúsinum, ið als ikki virkar eftir ætlan, men sum er kent fyri ósemjur, klandur og grov mistøk mótvegis sjúklingum sambært Dimmalætting m. a.

Virksemið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er munandi økt, síðani Norðoyabergholið lat upp. Sum skilst, so er skúkrahúsið vorðið tænastumiðdepil fyri nærumhvørvið í Eysturoy umframt Norðoyggjar. Hetta er hent uttan nevniverdan útreiðsluvøkstur, og øll eru sera væl nøgd við tænastuna, ið veitt verður.

Tað hoyrist somuleiðis, at góðar kreftir á báðum sjúkrahúsunum eru samdar um

at samstarva á øllum økjum, har tað á nakran hátt er møguligt.

Hetta samstarv ljóðar spennandi og er samstundis ein góð avbjóðing fyri starvs-

fólkini, ið talan verður um.

 

Starvsfólkini gíslar:

Starvsfólkini á Kl. Sjh. mugu liva við støðugari hóttan um, at arbeiðspláss teirra

fara at hvørva um skamma stund, tá sjúkrahúsið kortini fer at verða minkað til

eina fyribils skaðastovu.

Hetta er starvsfólkapolitikkur, tá hann er vánaligastur. Tað má av sonnum sigast.

Nei, latið hesi fólkini fáa frið at gera tað dygdararbeiði, ið tey eru sera kend fyri

um alt landið.

 

Milliónaslúkurin:

Landssjúkrahúsið tykist vera botnleyst hol við einum útreiðsluvøkstri, ið liggur um

10% árliga. Eitt er vist, at hóast tú koyrir tær 40 mill. kr., ið Kl. Sjh. kostar at reka

um árið í Landssjúkrahúsið, so hevði hetta tó ikki tálmað útreiðsluvøkstrinum á LS.

Skilið hevði verið tað sama um stutta tíð: Ov lág játtan, ov ringar umstøður.

 

Dugnalig starvsfólk á LS:

Meginparturin av teimum, ið starvast á LS, eru uttan iva bæði dugnalig og ágrýtin

til verk sítt, men har má okkurt vera heilt galið við skipanini, síðani ikki fæst skil á

fíggjarviðurskiftunum og samstarvinum.

Tí er tað beint av samgonguni at kanna hetta sera fløkta og stóra mál, áðrenn tey

fara at oysa tíggjutals milliónir í raksturin av nýggjum uttan at vita, um nakað fæst

fyri peningin.

 

Beint at varðveita Kl. Sjh.:

Hóast tað skuldi eydnast at fáa skil á LS, so er tað kortini rætt at varðveita Kl. Sjh.

í tøttum samstarvi við LS, sum eisini er ynski frá sjúkrahúsinum her.

Vit fáa samstundis eitt sindur av kapping, so tað er altíð til bata fyri avrikini.

Politikarar, ið ætla at bøta um sjúkrahúsverkið, eiga at fara at "grava", har ið

trupulleikarnir veruliga eru, og tað er ikki á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

 

Nei, latið Klaksvíkar Sjúkrahús fáa frið.