Katrin Joensen
---
2. Hvítusunnudag er lýst við útigudstænastu kl 11.00 á ovara vølli í Gundadali, har ymist spennandi er á skránni, stendur í lýsingini.
Hetta rørir meg sum kirkjugangara. Frá barni av havi eg altíð vitað, hvat ein sunnudags-ella halgidags-gudstænasta er, og hvussu hon fer fram, og soleiðis er tað.
Gudstænastan hevur sín form, og tey, ið velja at koma til gudstænastu, vita hvat tey koma til.
Í kirkjuni er friður, og mær nýtist ikki at taka aktivan lut. Eg kann seta meg afturá og vera í frið, tilstaðar.
Mín fatan er, at nógv fólk gongur í kirkju.
Hoyrdi einaferð ein lestur í Hoyvíkar kirkju, har Martin Joensen, deknur, las. Minnist ikki, hvør hevði skrivað lesturin, men tað eg legði til merkis var, at lesturin m.a. nart við evnið, at tað ganga bara gomul fólk í kirkju, og somuleiðis kom lesturin til tað støðu, at um tað er so, at vit aftaná at vera blivin gomul velja at ganga í kirkju, ja so er kirkjan tað, hon skal, og hevur prógvað sítt virði.
Veit ikki, hvat motivið er fyri hesi útigudstænastu, men mín áheitan er, at kirkjan ikki fer at kappast við aðrar samkomur fyri at tekkjast fólki.
Kirkjan eigur sínar trúgvu kirkjugangarar, og hvat við teimum henda 2. Hvítusunnudag. Eru kirkjurnar í Havn og Hoyvík henda dag stongdar kl. 11.00.?.
Í bestu meining
Hoyvík hin 16. mai. 2013